Í kvøld verða tvey tey seinastu liðini funnin, sum skulu í pottin til lutakastið til fjórðingsfinaluna í Champions League. Chelsea er á odda við tveimum málum undan dystinum móti Lille, meðan tað er púra javnt millum Juventus og Villrreal.
Lille (0)–(2) Chelsea (20.00)
Chelsea vann fyrra dystin 2-0 við málum frá Kai Havertz og amerikanska Christian Pulišić. Gestirnir vóru fram við onkra ferðina, men skulu nú vinna við tveimum, fyri at koma til longda leiktíð.
Tað tykist ósannlíkt, men Chelsea er í eini serstøðu, har Roman Abramovich er undir revsitiltøkum og er í holt við at selja felagið. Tað hevur verið upp á tal, at Chelsea ikki slapp at spæla dystin í kvøld, men UEFA hevur nú boðað frá, at dysturin verður.
Væntaðar uppstillingar:
Lille: Jardim; Zeki Çelik, Botman, Fonte, Tiago Djaló; Weah, André, Xeka, Bamba; Ben Arfa, David
Chelsea: Mendy; Chalobah, Silva, Rüdiger; Azpilicueta, Kanté, Kovačić, Alonso; Mount; Havertz, Lukaku
Juventus (1)–(1) Villarreal (20.00)
Dušan Vlahović skoraði eftir 33 sekund av Champions League fótbólti fyri Juventus, men heimaliðið svaraði aftur við máli frá Daniel Parejo. Tí er púra javnt undan returdystinum, sum verður í kvøld. Juventus má liva við at vera favorittur.
Væntaðar uppstillingar:
Juventus: Szczesny; Danilo, Rugani, De Ligt, De Sciglio; Cuadrado, Locatelli, Arthur, Rabiot; Morata, Vlahović
Villarreal: Rulli; Foyth, Albiol, Pau Torres, Pedraza; Chukwueze, Capoue, Parejo, Yeremi Pino; Lo Celso, Danjuma