Øll eru vælkomin til Hósvíkar

- Eg havi havt nógvar góðar og hugnaligar løtur gjøgnum árini á regattasigling - og eisini hevur onkur túrur verið gjørdur út á ovastevnu í Nólsoy, sigur borgarstjórin í Sunda kommunu.

 

- Sum borgarstjóri vil eg vegna kommununa bjóða øllum - bæði nær og fjar - hjartaliga vælkomnum til Hósvíkar, sigur Jógvan Kruse.

 

 

Hósvík hevur tvey umboð í víðfevndu Sunda kommunu, tá havt verður í huga, hvar býráðslimirnir í kommununi búgva. Umboðini eru Rógvi Nybo og Marni Eyðolvsson Joensen. 

Borgarstjórin, Jógvan Kruse, hevur eisini konu úr Hósvík, sum áður hevur sitið í kommununi. Verfaðir borgarstjórans, Jógvan Mørkøre, var í mong ár í kommunupolitikki, og hann var í fleiri ár borgarstjóri í Hósvík, tá Hósvíkin var sjálvstøðug kommuna.   

 

Tað er Hósvíkar Róðrarfelag, sum skipar fyri regattatiltakinum, sum er í Sundalagnum í dag, og forkvinna í róðrarfelagnum er Eva Vilhelm. Í fleiri ár hevur tað verið eitt eyðkenni fyri róðrarfelagið, at tað eru ung, sum manna nevndina.

 

Róðrarfelagið er virkið, bæði við barnamanningum, ungum og tilkomnum og eisini í FM-kappingini, sum varð liðug á ólavsøku, hevur felagið góð úrslit at vísa á. 

 

Herfyri fekk Hósvíkar Róðrarfelag spildurnýggjan Hósvíking, og í felagnum eru tey spent eftir at síggja, hvussu nýggi báturin og flaggskipið hjá felagnum fer at roynast.

 

Borgarstjórin í Sunda kommunu, Jógvan Kruse, sum setti regattatiltakið á Eiði tíðliga seinnapartin í dag, sigur, at Hósvíkin altíð gleðir seg til at taka ímóti bátum, bátsmanningum og øllum, sum vilja leita sær til bygdar, meðan tiltakið er.

 

- Sum borgarstjóri vil eg vegna kommununa bjóða øllum - bæði nær og fjar - hjartaliga vælkomnum til Hósvíkar. Eg havi sjálvur verið við í fleiri regattasiglingum, og í sínari tíð var eg eisini nakrar ferðir í Nólsoy á ovastevnu við báti leygardagin eftir regatta.

 

Jógvan Kruse vísir á, at verfaðirin í Hósvík, Jógvan Mørkøre, hevur útróðrarbát, sum hann brúkar til hummaraveiði og pápi hansara, Óla Jákup Kruse á Oyarbakka, hevur eisini frítíðarbát.

- So, eg havi góðar møguleikar at vera við í regattasiglingini, har vit hava havt nógvar góðar og hugnaligar løtur gjøgnum árini, sigur borgarstjórin.

 

- Sum borgarstjóri vil eg vegna kommununa bjóða øllum - bæði nær og fjar - hjartaliga vælkomnum til Hósvíkar, sigur Jógvan Kruse.