– HÚSIÐ SKAL KUNNA BRÚKAST til øll hugsandi og óhugsandi tiltøk, konsertir, sjónleikir, samkomur av ymiskum slag og sjálvandi eisini til ymiskt hjá vinnulívinum. Til fundir, fyri lestrar og ráðstevnur bæði hjá føroyingum og útlendingum, sigur Annfinnur Heinesen, sum er stjóri í Varpinum.
Salurin í Varpinum er stórur, á ein hátt størri enn tann vit kenna úr Norðurlandahúsinum.
– Hann er størri enn tann í Norðurlandahúsinum upp á ein annan máta, greiðir Annfinnur Heinesen frá.
##md2##
– Eg havi verið í nógvum leikhúsum runt um kring, og tað sum mær dámar so væl við pallinum í Varpinum er, at hann er so djúpur. Hann er 4.000 kubikk til støddar, og pallurin sjálvur kann vera 18 metrar djúpur. Og tað er rættiliga hugtakandi, greiðir stjórin frá.
Hann sigur, at pallurin er eitt sindur smalri, enn pallurin í Norðurlandahúsinum, og at tað er gott fyri ljóðið.
– Sunnleif Rasmussen var inni á gólvinum her ein dagin. Hann segði, at hetta var besta ljóðið í Føroyum – og so vendi hann sær ímóti Dávuri Winther og Jóhonnu Christiansen, sum g jørdist ikki sørt errin, sigur Annfinur Heinesen.
– Ongantíð betur, um tað er betri enn í Havn, sigur stjórin so við einum skálkabrosi.
Tað er umhvørvið í Klaksvík, sum skal fylla karmarnar, nú húsið letur upp. Annifinnur Heinesen sigur, at líka síðani grunnurin varð stovnaður hevur hann verið samansettur av ymsum áhugamálum í Klaksvík.
– Hetta verður eitt ordiliga flott hús, og tað skal eisini vera so fólksligt sum gjørligt. Tað skal tí eisini brúkast til brúdleyp, føðingardagar, aðalfundir o. a., sigur Annfinnur Heinesen.
– Hetta er ein sjálvsognarstovnur, so vit skulu tjena pengar. Tað ræður tí um at hugs breitt og fjølbroytt. Tað skal ikki bara vera hámentan, men vit skulu samstundis eisini hava opinleikan og fylg ja við tí, sum rørist aðrastaðni í Føroyum og úti í heimi, sigur hann.
Eitt hotell er eisini á veg í Klaksvík, Hotel Bisk. Og tað er stjórin á Varpinum eisini sera spentur uppá.
– Tann synergieffektin, ið har verður, er spennandi. Øll vita, at har sum vit hava mentanarupplivingar, so mugu vit eisini hava gistingarmøguleikar og matstovuupplivingar – og øvugt. Tað hongur saman, tí er tann verkætlanin eisini sera spennandi, sigur Annfinnur Heinesen.
Í Varpinum verður eisini ein cáfe, og til tað høvi hevur Jørgen Ellingsgaard gjørt ein flottan cafédisk úr gomlum postboksum, greiðir Annfinnur Heinesen frá.
– Hann hevur skorið frontarnar út og sett teir upp í ein flottan disk, sum riggar sera væl, sigur Annfinnur Heinesen. Café'in verður rikin av veitarum uttanífrá og er farin í útboð, sigur Annfinnur Heinesen.
Mentanarhúsið Varpið verður hósdagin opið fyri almenniginum.
##md3##