Tey, sum eru í súkkluhjálmi, eru í 50 prosent minni vanda fyri at fáa skaða í høvdið, skuldi eitt óhapp hent á súkklu, og tey smekka høvdið í.
Hann er eisini góður, tá ið tey standa á rulluskoytum, á rennihjóli, ella á rennifjøl.
Tað staðfestur Ráðið Fyri Ferðslutrygd enn einaferð. Og enn einaferð hevur Ráðið skipa fyri, at øll børnini, sum byrjaðu í fyrsta flokki í farnu viku, hava fingið hvør sín súkkluhjálm
Myndin er av børnunum í 1. flokki á Velbastað, har tey vóru spent í morgun, tá fólk frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd vitjaði tey.
- Tey vóru hugagóð, tá Ferðslutrygd greiddi frá um hjálm, og hví hann er umráðandi at brúka, tá vit súkkla, standa á rulluskoytum ella á rennihjóli, sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd.
- Fleiri søgdu søgur um, tá tey høvdu brotið arm, fingur ella bein, at tá bar til at fáa tað í rættlag. Men tað er nógv lvarsligari, tá ið høvdið tekur í, tí tá kann vera verri at bøta.
Súkkluhjálmur kann ikki fyribyrgja, at óhapp koma fyri, eins og hann ikki kann byrgja fyri øllum skaðum á høvdið.
- Men ert tú óheppin, og dettur av súkkluni, minkar vandin fyri skaðar á skalla, høvd og heila við upp í 50 prosent, sigur Ráðið Fyri Ferðslutrygd.