Øll børn skulu kenna síni rættindi

- Vit brúka aftur í ár Barnarættindadagin at heita á Mentamálaráðið um at taka ítøkilig stig til at fáa mannarættindi inn um skúlagátt.

Amnesty International fegnast enn einaferð um, at føroysku myndugleikarnir hava tikið stig til at fylgja pørtum av tilmælunum frá ST. Fráboðanarskyldan er herd og Barnanna umboðsmaður er settur á stovn. Stig eru tó framvegis ikki tikin til at liva upp til áheitanina frá ST um, at øll børn í Føroyum skulu kenna síni rættindi.

 

- Vit hava heittu á viðkomandi myndugleika í 2013 uttan at fáa svar, og Amnesty brúkar tí - eins og í 2013 - Barnarættindadagin 2014 at heita á Mentamálaráðið um at taka ítøkilig stig til at fáa mannarættindi inn um skúlagátt.

 

Tað sigur Amnesty International, sum framvegis metir, at tað er orsøk til at óttast, at føroysk børn ikki í nóg stóran mun kenna síni rættindi.

 

- Í apríl 2013 gjørdi ein starvsnæmingur hjá okkum eina lítla spurnarkanning, har 93 næmingar í 9. flokki vórðu spurdir um mannarættindi. Hóast hetta bert var ein lítil vegleiðandi kanning, vórðu vit bilsin av at staðfesta, at tað bert vóru 47 prosent av næmingunum sum vistu, at børn hava síni egnu rættindi.

 

Lagt verður aftrat, at sostatt vistu meira enn helminingurin ikki, at børn hava serlig rættindi staðfest í barnarættindasáttmálanum. Av teimum 93 spurdu næmingunum høvdu 41 av teimum verið til undirvísing hjá Amnesty. Millum teirra var talið á teimum sum vistu, at børn hava síni egnu rættindi, munandi størri. Tað var 71 prosent.

 

- Hetta vísir, at undirvísing munar, men tað er ikki nóg mikið at læra um mannarættindi ein ávísan dag hjá einum ávísum árgangi, men neyðugt er at gera hetta til part lesiætlanum í fleiri fakum yvir fleiri ár, sigur Amnesty International, sum hevur sent tíðindaskriv út í kvøld í samband við barnarættindadagin í morgin, 20. november.