Øll bjargað úr brennandi flogfari í Tokyo

Øll ferðafólkini eru bjargað úr brennandi flogfari í Tokyo eftir møguligan samanstoyt. Fimm eru saknað, sum vóru í flogfari hjá sjóverju

 

Bæði ferðafólk og manning eru bjargað úr einum brennandi flogfari hjá Japan Airlines í Haneda-flogvøllinum í japanska høvuðsstaðnum, Tokyo.

Tað sigur japanski public service-miðilin NHK sambært tíðindastovuni AFP.

Tilsamans 379 fólk eru bjargað, upplýsir Japan Airlines sambært tíðindastovuni Reuters.

Myndir frá NHK vísa logar, sum koma úr flogfarinum, meðan tað stendur á flogvøllinum. Sløkkiliðsfólk síggjast royna at sløkkja eldin.

Miðilin Nippon TV sigur, at tað møguliga var ein samanstoytur við eitt flogfar frá japansku sjóverjuni, sum var orsøkin til eldin.

Greitt er ikki hvar tey fimm fólkini eru, sum vóru umborð á flogfarinum hjá sjóverjuni. Tað skrivar NHK sambært Reuters. Ein persónur slapp úr flogfarinum hjá sjóverjuni.

 

##med2##

 

Ein embætismaður frá sjóverjuni sigur sambært tíðindstovuni AFP:

– Tað er ikki greitt, um talan var um samanstoyt. Men tað er vist, at flogfarið hjá okkum er partur í málinum.

Japan Airlines-flogfarið fór úr Shin-Chitose-flogvøllinum á oynni Hokkaido.

Haneda-flogvøllurin er tann flogvøllurin, har flest ferðafólk ferðast.

/ritzau/