Øll bíða eftir vinnunevndini

Tingfundurin er niðurlagdir til klokkan 18

Løgtingið hevur nú avgreitt øll tingmál uttn uppskotið til fíggjarlóg fyri 2016 og málið um gjald fyri fiskirættindi og uppboðssøluna.

 

Fíggjarnevndin bíðar eftir rættarnevndini, sum hevur hitt uppskotið til viðgerðar, tí tað uppskotið hevur inntøkur til fíggjarlógina uppá góðar 170 milljónir krónur.

 

Vætandi verður álitið frá nevndini klárt klokkan 18, tá tingfundur verður aftur.

Bjarni Hammer er formaður í vinnunevndini.