– Klokkan 12:00:10 tann 23. februar vóru øll atgongumerkini farin.
Soleiðis segði Hallur Danielsen frá hondbóltssambandi Føroya við in.fo hendan dagin, tá atgongumerkini vórðu sett til sølu. Tað var klokkan 12:00.
Hóast tað gekk so skjótt at selja tey 850 atgongumerkini, so vóru tey ikki veruliga seld, men eftir 10 sekundum, so høvdu fólk »lagt seg á« øll atgongumerkini, greiddi Hallur Danielsen frá.
Hvør keypari kundi keypa seks atgongumerki, og tey hjá HSF sóu, at minst 2.000 persónar høvdu verið inni og roynt at keypt atgongumerkir.
Hallur Danielsen greiddi frá, at tilgongdin við at keypa atgongumerki var eitt sindur fløkt. Tí fólk logga seg á og bíleggja atgongumerkini. Men so skulu tey rinda, og av tí at Nets júst hevði broytt gjaldingarháttin við at tú skalt hava eitt loyniorð afturat, so hava fleiri helst havt trupulleikar av tí.
– Vit sóu tí, at nøkur atgongumerki komu innaftur og fóru aftur til sølu. Soleiðis var nakrar ferðir, men upp á fáar minuttir, so vórðu øll atongumerkini seld.