– Klokkan 12:00:10 vóru øll atgongumerkini farin.
Soleiðis sigur Hallur Danielsen frá hondbóltssambandi Føroya.
Og tá vit siga hetta, so stramma vit veruleikan eitt sindur, men bara eitt lítið sindur. Tí eftir 10 sekundum, so høvdu fólk »lagt seg á« øll atgongumerkini, greiðir Hallur Danielsen frá.
Hvør keypari kann keypa seks atgongumerki, og tey hjá HSF síggja, at minst 2.000 persónar hava verið inni og roynt at keypt atgongumerkir.
Hallur Danielsen greiðir frá, at tilgongdin við at keypa atgongumerki er eitt sindur fløkt. Tí fólk logga seg á og bíleggja atgongumerkini. Men so skulu tey rinda, og av tí at Nets júst hevur broytt gjaldingarháttin við at tú skalt hava eitt loyniorð afturat, so hava fleiri helst havt trupulleikar av tí.
##med2##
##med3##
##med4##
– Vit sóu tí, at nøkur atgongumerki komu innaftur og fóru aftur til sølu. Soleiðis var nakrar ferðir, men upp á fáar minuttir, so vórðu øll atongumerkini seld.
Tað vóru 850 atkgonumerki, sum vóru sett til sølu.
– Orsøkin til tað er, at vit eru bundin í sáttmálum við stuðlar, sum skulu hava 300 atgongumerki. Síðani eru tað nevndarlimir í feløgunum og onnur, sum eisini fáa, eini 100 fríkort eru til dómarar, venjarar og fólk, sum eru til arbeiðis í høllini. Øll, sum eru inni í høllini telja við. 1500 sitipláss eru í høllini umframt tað eru 300 pláss, til tey, sum ikki sita. Tað eru so millum annað spælarar, venjarar, leikarar og tey, sum arbeiða í høllini.
##med5##
##med6##
##med7##
Spurdur um nýggja høllini, Við Tjarnir, sum fer at taka 3.000 fólk, ikki longu eru ov lítil, so staðfestir Hallur Danielsen, at tey 3.000 atgongumerkini høvdu heilt víst verið seld líka skjótt, sum hesi 850.
– Men tað var jú vónleyst vónleyst at síggja fyri sær, at so stórur áhuga fór at vera fyri hondbólti, sigur hann, og leggur afturat.
– Tað er eingin ivi um, at tað fer at verða sera stórur áhugi fyri manslandsliðnum í nøkur ár afturat, men so spurningurin, hvussu tað verður í framtíðini, at áhugin heldur sær áhesum høga støðinum.
Til vanligar dystir ivast Hallur Danielsen ikki í, at nýggja høllini verður ríkiliga stór.
##med8##
##med9##