– Vit vilja bara seta okkum niður og tosa við Føroya Bjór, so vit kunnu greiða hetta í sátt og semju. Vit ynskja einki stríð við Føroya Bjór.
Tað sigur Andri Thor Guðmundson, stjóri í íslendska bryggjarínum, Ölgerðin, sum nú sigur seg hava einkarrætt upp á ølnavnið »Gull« í Íslandi.
In.fo skrivaði fríggjadagin, at Føroya Bjór hevur fingið bræv frá advokati hjá íslendska bryggjarínum, sum sigur seg hava einkarrættin til navið á gulløli í Íslandi. Hetta hóast Føroya Bjór hevur bryggjað gull-øl síðani 1980 og selt øl í Íslandi síðani fyrst í áttatiárunum.
Við tilvísing til greinina á in.fo hevur íslendska blaðið DV spurt stjóran á Ölgerðin um hetta málið. Andri Thor Guðmundsson váttar, at teir hava sett seg í samband við Føroya Bjór um málið.
Í Íslandi verður so at siga alt øl selt í dósum, og tað er sum info skilir eftir at Føroya Bjór er komið á íslendska marknaðin við gulløli í dósum, at Ölgerðin er farin at kenna seg hótt av gullølinum hjá Føroya Bjór.
– Okkara løgfrøðingur hevur mælt okkum til at gera vart við trupulleikan hjá Føroya Bjór og royna at finna semju um nýtsluna av navninum, tí hetta er eitt skrásett vørumerki hjá okkum í Íslandi, og um vit ikki gera vart við tað, so økir tað vandan fyri, at onkur annar eisini fer at nýta navnið, sigur Andri Thor Guðmundsson, stjóri í Ölgerðin við DV.
– Men tað er als ikki ætlanin at hótta við stevning ella øðrum fíggindaligum stigum. Vit vilja bara seta okkum niður og tosa um málið fyri at finna eina loysn við samráðingarborðið, sigur Andri Thor Guðmundsson.
Viðvíkjandi tí, sum Einar Waag sigur við in.fo um, at Føroya Bjór hevur brúkt gull-navnið síðani 1980 hevur Andri Thor Guðmundssn ikki so nógv at viðmerkja uttan tað, at Ölgerðin gevur nýtt navnið síðani tað var loyvt at selja sterkt øl í Íslandi 1. mars í 1989.
– Men tað týdningarmesta í málinum er, Gull er skrásett vørumerki hjá okkum.
– Men eg eri ikki í nøkrum kríggi við Einar Waag, sigur hann at enda við íslendska blaðið DV.
Les eisini: Vilja hava Føroya Bjór úr Íslandi
TRÝST HER fyri at lesa greinina í DV