Nýggjasta skeinkistaðið á Summar Festivalinum verður mitt á Vágsbøi, har ein ølbásur hjá Etika verður at síggja í ár.
Í fjør royndi Etika seg við einum tristi, haðani tey seldu drykkjuvørur, men í ár verður talan altso um bás á sjálvum Vágsbøi.
Tað er Norðlýsið, ið ber tíðindini, og tað er eisini frá teimum, at vit hava lænt myndina omanfyri.