Krabbameinsfelagið sær tað, sum eitt stórt frambrot, at urologisk onkologi nú verður samskipað í Føroyum.
- Hetta merkir, sigur formaðurin í Krabbameinsfelagnum, Jákup N. Olsen, at allir menn í Føroyum nú hava sama møguleika at verða kannaðir av einum visiterandi yvirlækna við sergrein í urologi.
Hann vísir á, at hetta samstundis fer at hava við sær eina javna góðsku í viðgerð og eftirviðgerð, eins og hetta fer at økja um tryggleikan hjá einstaka sjúklinginum.
- Vit vilja tí takka landsstýrismanninum í heilsumálum, Karsteni Hansen, fyri, at hann hevur fylgt krabbameinsætlanini og tilmælinum frá stýrisbólkinum fyri krabbameinsøkið, sigur Jákup N. Olsen.










