“Der ingen skulle tru at nokon kunne bu” gjørdist ein sera væl umtókt sjónvarpsrøð í NRK, tá hon byrjaði í 2002. Verturin Oddgeir Bruaset vitjar bóndagarðar og familjur, ið búgva avskerd frá samfelagnum á ysman hátt.
Í vetur vóru Rupert og Gaby gestir í sendirøðini og komandi dagarnar fara tey at ferðast runt í Føroyum og greiða frá sínum sermerkta lívsstíli. Gaby fer at lesa yrkingar, meðan Rupert syngur og spælir.
Í trýati ár hava tey havt ein økologiskan bóndagarð, við arbeiðshesti, geitum, kúm, býflugum, einum grønmetisurtagarði og eitt lendi so bratt, at ein ikki fær sett hjólbøruna frá sær.
Gaby Larsen er fødd á Tvøroyri, men hevur búð meginpartin av lívinum í Noregi.
Fyrsta framførslan verður í Gøtu í annaðkvøld, saman við Kára Sverrison. Sunnudagin liggur leiðin suður á Seglloftið, mánadagin vera tey í fólkaháskúlanum í Havn, týsdagin í Sumba, og fríggjadagin vitja tey á Sandi.