Vit mugu royna at standa saman, so vit fáa arbeitt!
Danir mugu ongantíð aftur kunna koma og geva harraboð, soleiðis sum vit so mangan hava upplivað tað fyrr, og ikki minst nú í 90?unum eisini!
Fyri at upprætthalda Før-oyar sum eitt fólk, mugu vit fjálga um bygdasamfeløgini. Tað verður altíð roknað við, at initiativini skulu koma frá bygdnum. Men hví ikki geva bygdunum ymiska ráðgeving og tilboð uttan, at biðið verður um tað frammanundan. Sakkunnleikin skal onkuntíð koma við onkrum útspæli, so betri trivnaður fæst ? tað er ikki alt sum kostar so nógvar pengar!
Tað, sum alneyðugt er, er at fáa framleiðslueindir út á bygdirnar. Somuleiðis partar av umsitingini.
Tað má gerast nú. Alt kann ikki savnast á einum stað. Tað er ósunt í einum og hvørjum samfelag.
Vit mugu skapa eitt samfelag eftir egnum leisti. Eftir egnum tørvi har vit taka atlit til øll í samfelagnum. Eisini teimum, sum byggja bygdaløgini og smáoyggjarnar!
Sámal Jákup Sakarisson,
valevni Tjóðveldisfloksins
í Norðoyggjum