Seinastu tíðina hevur verið arbeitt við at fáa eina stóra uppihaldstrappu gjørda í Vágsbotni. Ætlanin var, at trappan skuldi vera liðug til stóra tónleikatiltakið, Voxbotn, ið er leygardagin, men arbeiðið er seinkað somikið nógv, at trappan ikki verður liðug til ta tíð. Tað er ongin loyna, at økið í Vágsbotni ikki júst er heimsins størsta til eitt tónleikatiltak, og tí hevur in.fo tosað við Háldan Háldansen, ið er ein av fyrireikarunum til tiltakið.
- Tað kemur ikki at hava stóra ávirkan, at trappan ikki er blivin liðug. Kommunan hevur lovað, at allar girðingar og alt arbeiðstilfarið, sum í løtuni er á staðnum, verður tikið burtur. Økið verður slættað, hampað og tryggjað, og stóru holini verða tipt, sigur Háldan Háldansen í samrøðu.
Vanliga plaga at vera tveir pallar til Voxbotn. Tað vera tað eisini í ár, men trappan, ið ikki er blivin liðug, hevur kortini ta ávirkan, at minni pallurin verður fluttur eitt sindur.
- Arbeiðið við trappuni er komið umleið í helvt. Okkara ætlan var, at minni pallurin skuldi vera ovast á trappuni, men tað ber sjálvandi ikki til nú. Økið verður tó slættað somikið, at einasti munurin verður, at minni pallurin stendur eitt sindur longri niðri enn ætlað.
Hóast fyrireikararnir av Voxbotn fingu lovað, at trappan skuldi standa klár til teirra tiltak, er tað ikki nakar stórur skelkur fyri teir, at hon ikki er liðug.
- Tað varð lovað, at trappan skuldi vera liðug til Voxbotn, men vit sóu skjótt, at arbeiðið var seinkað. Millum annað byrjaði arbeiðið seinni enn ætlað. Vit royndu at gera okkum nakrar tankar um, hvussu vit fóru at gera, um trappan ikki bleiv liðug til tíðina. Vit vóru so ikki ófyrireikaðir uppá, at hon ikki fór at blíva liðug. Undir givnu fortreytunum hava vit funnið ta best møguligu loysnina. Vit kunnu ikki gera nógv meira enn tað, sum vit hava gjørt, sigur Háldan Háldansen at enda.