Øgiligur sluttspurtur á Argjum

AB javnaði í síðstu løtu við máli, sum klaksvíkingar halda ikki var mál

Tað kom av álvara øði í grindina, tá ið AB í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat, skoraði og harvið javnaði til 1-1, sum varð endaliga úrslitið.

KÍ spælararnir eru fúkandi illir. Meðan heimamenninir fegnaðust um málið og javnleikin, so tóktust teir bláu fullvísir í, at bólturin ikki hevði verið innanfyri strikuna, áðrenn Meinhardt Joensen í málinum fekk tak á honum. Støðan stóðst eftir hornaspark og eitt sindur av aftur og frm. 

Dómarin bríkslaði ikki beinanvegin. Men linjuverjin markeraði, og tá ið teir báðir høvdu tosað saman, vdømdi dómarin mál, og harvið endaði tað 1-1.

 

Heðin á Lakjuni varð vístur av vølli fyri at mótmæla, og eftir at dómarin hevði bríkslað fyri siðstu ferð varð Henry Heinesen rikin av vølli fyri at mótmæla.

 

Miðverjin Leivur Holm Joensen var av dómaranum skrásettur fyri at hava javnað fyri AB.

 

LIÐUGT

1-1: Leivur Holm Joensen 90.

Eftir horna og fleiri ferðir aftur og fram endar bólturin í KÍ málinum. Linjuverjin veittraði fyri máli, meðan dómarin ikki dømdi mál. So varð spælið steðgað, og eftir at dómarin og linjuverjin høvdu tosað saman, dømdi dómarin mál.

 

Klaksvíkingar mótmæltu øgiligt, og endin var, at Heðin á Lakjuni sá beinleiðis reytt kort.

 

90) 0-1

AB leggur stórt trýst á, og Jóan Símun Edmundsson hevur nú misnýtt risa møguleika. Við høvdinum stýrdi hann eftir innlegg  bóltin ímóti málinum. Støðan var góð, men Meinhardt Joensen bjargaði.

 

85) 0-1

Eftir horna var støðan sera spent frammanfyri KÍ málið. AB royndi tríggjar ferðir ímóti málinum, men tað varð hvørja ferð vart fyri. Síðstu ferðina var tað á málstrikuni!

 

 

82) 0-1

Tað tjúknar alt meiri á Argjum, har KÍ framvegis heldur tørn um leiðsluna.

Bárður Olsen fer av vøllinum, og inn á AB liðið kemur Søren Samuelsen.

Dmitrije Jankovic er fluttur fram í álopið.

 

 

78) 0-1

KÍ málskjúttin Ndende er farin av vøllinum. Hann er skaddur, og í hansara stað er komin Gunnar Christiansen.

 

75) 0-1: Ndende

So hevur KÍ lagt seg framum. Eftir innlegg var tað miðvallarin Ndende, sum sendi bóltin upp í nettakið aftanfyri Heðin Stenberg.

 

73) 0-0

Eftir innlegg frá Hjalgrím Elttør úr vinstru hevur Páll A. Klettskarð havt risa møguleika, men stútarin úr góðari støðu fór upp á tvørs av málinum í staðin fyri í málið.

 

AB tiltuksar sær fleiri deyðbóltsstøður úr góðum støðum, men higartil hevur tað ikki eydnast at fáa nyttu burturúr.

Henry Heinesen avloysir Heðin Klakstein hjá KÍ.

 

70) 0-0

Nú er tað AB, sum hevur meiri trýst. Heimaliðið er vandamikið í deyðbóltsstøðum, sum teir leggja nógv fyri í.

Innskifti Martin Midjord var næst við, tá ið hann úr góðari støðu eftir horna sendi bóltin upp um máið.

 

 

66) 0-0

AB hevur skift út: Martin Midjord er komin á vøllin í staðin fyri Magnus Egilsson.

 

63) 0-0

Nú hevur KÍ tiltuskað sær tvey hornaspørk í vinstru, men einki spurdist burturúr.

Dion Splidt hjá AB hevur havt skot úr vinstru, sum Meinhardt Joensen lættliga bjargaði.

 

59) 0-0

Jóan Símun Edmundsson er rættiliga einsamallur í AB álopinum, og tá ið hann verður væl ansaður, so verður tað ikki vandamikið. KÍ hevur bóltin meiri, men talan er ofta um mistøk, og higartil í 2. hálvleiki hevur tað ikki verið ein rættilig roynd ímóti málunum.

 

55) 0-0

AB hevur lagt fyri upp á sama máta, sum AB gjørdi í 1. hálvleiki. Tað er meiri tyngd og ferð í KÍ álopsspælinum, enn tað var, tá ið Hjalgrím Elttør ikki var við, men higartil hevur tað ikki verið vandamikið. AB dúvar upp á skjótar umstillingar.

 

 

46) 0-0

KÍ hevur gjørt eina útskifting. Hjalgrím Elttør er komin á vøllin í staðin fyri Rodrigo Silva.

Nú hevur AB lotið undan. Tað er turt, men tað er rættiiga tjúkt í erva.

 

HÁLVLEIKUR

45) 0-0

Teir eru farnir at hvíla seg á Argjum. Støðan er málleysur javnleikur, og tað hava ikki verið serliga nógvar spentar støður frammanfyri málini.

Síðstu løtuna undan steðginum bjóðaði heimaliðið væl meiri av í álopspartinum, enn AB annars hevði gjørt fyrsta stóra hálva tíman.

 

31) 0-0

Tað eru Páll A. Klettskarð hjá KÍ og Jóan Símun Edmundsson hjá AB, sum lúra eftir møguleikanum. Fleiri ferðir hevur verið um reppið, men higartil hevur tað ikki eydnast.

 

28) 0-0

Rodrigo Silva hjá KÍ hevur roynt seg við skoti úr átjan metrum, men bólturin fór við síðuna av málinum.

 

25) 0-0

Hóast AB er á heimavølli, so hevur AB bestan hugin at liggja í verjustøðu og bíða eftir møguleikanum at fara í skjótt mótálop.

Oddbjørn Joensen hevur givið sínum monnum boð um, at tað fyrst og fremst ræður um at binda fyri í verjupartinum.

 

22) 0-0

Báðir partar vísa gott samanspæl, men tað er ikki broddur og tyngd í álopsspælinum.

 

18) 0-0

Samanspælið hjá KÍ hongur væl saman, og síðstu løtuna hava klaksvíkingar verið meiri á bóltinum enn heimamenninir.

 

15) 0-0

Eftir fríspæling frá Rodrigo hevur Páll A. Klettskarð verið í sera góðari støðu. Men Heðin Stenberg bjargaði KÍ royndini.

AB hevur lotið ímóti.

 

10) 0-0

Higartil hevur tað mesta gingið fyri seg á KÍ hálvuni. AB hevur havt horna í báðum borðum, og í seinna førinum, tá ið horna varð lagt innfyri úr vinstru, stýrdi Heðin á Lakjuni bóltin burtur av mállinjuni hjá KÍ.

 

5) 0-0

AB hevur havt fyrsta horna úr høgru eftir vandamikið innlegg úr vinstru.

 

So er klárt at fara undir síðsta dystin í 13. umfari.

Hjá heimaliðnum er Sorin Anghel leikbannaður. Saman við Dmitrije Jankovic er Leivur Holm Joensen í miðverjuni.

Hjá KÍ er tað merkisvert, at Hjalgrím Elttør, sum var leikbannaður, tá ið KÍ fyri einari viku síðani vann 4-0 ímóti ÍF, í kvøld er á beinkinum.

Hóast tað kennist úr honum inni í Vika á Argjum,har fløggini bleiktra í lotinum, so eru líkindini at spæla fótbólt góð.

Tað er tøgn í ein minutt. Á Argjum minnast tey fyrrverandi HB formannin Birgir Enghamar, sum leygardagin andaðist í ferðsluvanlukku.

 

AB-KÍ kl. 18.00

Dómari: Ransin N. Djurhuus

AB: Heðin Stenberg – Jónas Stenberg, Leivur Holm Joensen, Dmitrije Jankovic, Beinir Ellefsen – Bárður Olsen, Kári Nielsen – Magnus Egilsson,  Hørður M. Mohr, Dion Splidt – Jóan Símun Edmundsson

KÍ: Meinhardt Joensen – Johan Jacobsen, Atli Danielsen, Sørmundur Kalsø, Heðin á Lakjuni – Ndende Adama Guéye, Ivan Joensen, Heðin Klakstein – Álvur F. Christiansen, Páll A. Klettskarð, Rodrigo Silva