Øgiligt føroyskt vónbrot suðuri í Montenegro

Klokkan var farin tíggju sekund yvir fimm minuttir eyka, tá ið heimaliðið skoraði sigursmálið

Tað er so stórt vónbrot, sum tað ber til at ímynda sær í føroysku leguni suðuri í Montenegro og í øllum tí føroyska fótbóltsheiminum.

 

Alt bendi á, at Føroyar fóru at vinna eitt stig. Tá ið 90 minuttir vóru farnir, var tað framvegis málleyst. Dómarin legði fimm minuttir aftrat. Tá ið teir vóru farnir, var støðan framvegis málleysur javnleikur, og so var tað, at eftir innlegg og aftur og fram datt bólturin fyri føturnar á Edvin KUC, sum lyfti bóltin mitt fyri og úr stuttari fjarstøðu upp í nettakið, og so vann Montenegro 1-0.

 

-Hetta er ógvuliga stórt vónbrot, tí vit kendu okkum hava tak á tí. Síðstu lítlu løtuna royndu teir við innleggum, uttan at tað av álvara kendist vera vandamikið, men so var tað henda eina støðan, sum vísti seg at vera avgerandi, sigur Eyðun Klakstein landsliðsvenjari við Trónd Arge hjá Kringvapi Føroya.

 

Í seinna hálvleiki var neyðugt at skifta tveir spælarar út, tí teir vóru skaddir. Talan var um René Shaki Joensen, sum noyddist út, tí hann var vøddaskaddur og Viljorm Davidsen, sum var fótskaddur.

 

-Tað var ikki ætlanin at skifta teir út, og tað vísti seg at hava týdning, staðfestir venjarin, sum kortini sær glottar í vónbrotinum:

 

-Vit hava tapt tvær ferðir sera tepurt í Eystureuropa. Higartil hava vit spælt fýra dystir á útivølli í Eystureuropa, og vit hava vunnið ein sigur og tapt tríggjar ferðir við einum máli. Nú gleða vit okkum at spæla á heimavølli, sigur landsliðsvenjarin.

 

Mattias H. Lamhauge vardi landsliðsmálið fyri fyrstu ferð í eitt ár, og hann stóð seg væl.

 

-Hetta man vera størsta vónbrotið hjá mær í fótbólti. Á hesi ferðini hava vit tapt tvær ferðir við einum máli, sum eru skorað í síðstu sekundunum. Nú hava vit einki stig við okkum til hús, og vit kundu havt tvey stig, so tað er vónbrot, sigur Mattias H. Lamhauge við Trónd Arge.

 

 

 

  Montenegro – Føroyar 1-0 (0-0)

 

1-0: Edvin KUC 96.

 

Føroyar: Mattias Heðinsson Lamhauge – Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen (artin Agnarsson, 69.) – Hanus Sørensen (Árni Frederiksberg, 46.), René Shaki Joensen (Noah Mnenéy, 57.), Brandur Hendriksson Olsen, Meinhard Egilsson Olsen (Adrian Justinussen, 88.) – Petur Knudsen (Páll A. Klettskarð, 46.)

 

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Ari í Haraldstovu Petersen, Bárður á Reynatrøð, Samuel Johansen Chukwudi, Arnbjørn Svensson, Géza Dávid Turi, Poul Kallsberg

 

Gult kort: Brandur H. Olsen

 

Venjari: Eyðun Klakstein

 

Hjálparvenjari: Atli Gregersen