Stríðið hjá umhvørvisfelagsskapum og øðrum ímóti kópaveiði, hevur verið eitt ógvusligt bakkast fyri grønlendsku veiðimentanina
Tað staðfesti Johan Lund Olsen, grønlendskur fólkatingsmaður fyri Inuit Ataqatigiit og sum hevur sæti á Fólkatingið í løtuni.
Í Fólkatinginum í morgun vísti hann á, at umhvørvisfelagsskapir, og kend fólk hava ført eitt hart stríð ímóti kópaveiði í nógv ár. Og ein avleiðing av tí er, at ES hevur bannað handli við kópaskinnum. Hann staðfesti, at í ES er eitt undantak er gjørt fyri veiðifólkið í grønlandi, so at tey kunnu selja kópaskinn í ES. Men tann undantaksreglan virkar ikki eftir ætlan, sigur hann. Avleiðingin er, at sølan hjá grønlendskum veiðifólkum av kópaskinnum, er fallin eini 90 prosent.
Fyri nøkrum árum síðani seldu grønlendska garvingarvirkið kópaskinn fyri 60 milliónir krónur, sum var var ein góð inntøka hjá veiðimannahúskjunum í útjaðaranum í Grønlandi. Men hóast kópaveiðan er burðardygg, er sølan nú fallin niður í seks milliónir krónur og tí hongur yvirhøvur ikki saman longur, sigur fólkatingsmaðurin úr Grønlandi.
|