Øgiligar náttúrukreftir gjørt um seg í Lamba

Lendingin er full at tonstungum gróti eftir brimið seinastu tíðina

Tey, sum ikki eru uppvaksin á brimplássi, kunnu illa hugsa sær, hvussu øgiligar kreftirnar eru.

 

Men í briminum nú um dagarnar gongur sjón fyri søgn í Lamba.

 

Tað eru øgiligar náttúrukreftir, sum hava gjørt um seg í Lamba í briminum.

 

Har er fult av gróti slongt í leysari luft inn um brimgarðin og á bryggjuna.

 

Hvør steinur vigar fleiri tons, so tað er ilt at hugsa sær, hvussu øgiligar kreftirnar hava verið.

 

Myndin, sum Tórbjørn Jacobsen, havnarmeistari í Runavík, hevur tikið av tí eina steininum,  gevur eina fatan av, hvussu stórt grót, talan er um, tí har stendur ein fullvaksin maður aftanfyri, sum grótið kann samanberast við.

 

Talan er um verjugrót, sum liggur aftanfyri brimgarðin og sum er slongt í leysari luft inn um garðin og er endað á bryggjuni.

 

Tórbjørn Jacobsen sigur, at lendingin varð full av gróti í hasari støddini. Hann væntar eisini, at sjálvur bátahylurin er fullur av gróti, men enn hevur ikki ligið fyri hjá kavarum at fara niður at kanna botnin.

 

Men tað er í øllum førum greitt, at nakað av arbeiði skal til fyri at fáa viðurskiftini aftur í rættlag.