Tað eru teir norðanfyri, sum eru teir stinnastu í kappingini millum 6-mannaførini við monnum.
Á fjarðastevnu vann Sundabáturin, á sundalagsstevnu vann Páll Fangi, og aftur í dag var kappingin um sigurin millum hesar báðar bátarnar í dýrdarveðrinum á Trongisvági.
Páll Fangi úr Klaksvík var fremstur mesta partin av teininum. Smyril úr Vági og Sundabáturin vóru leingi heilt javnir í kappingini um næstfremsta plássið – ein skut aftanfyri Páll Fanga.
So dragnaði Smyril eitt sindur, meðan Sundabáturin át seg støðugt nærri Páll Fanga. Í endaspurtinum vóru teir á Sundabátinum drúgvari, Páll Fangi misti skutin og so reingina, so róðu teir stavn um stavn, men í síðstu tøkunum vann Sundabáturin tað mesta av einum skuti og vann harvið at enda ikki so lítið sannførandi.
| 1 | Sundabáturin | 04:52.05 | 7 | 0 | 0 |
| 2 | Páll Fangi | 04:52.46 | 6 | 0 | 0 |
| 3 | Smyril | 04:56.01 | 5 | 0 | 0 |
| 4 | Gongurólvur | 04:59.08 | 4 | 0 | 0 |
| 5 | Strálan | 04:59.28 | 3 | 0 | 0 |
| 6 | Hvessingur | 04:59.32 | 2 | 0 | 0 |
| 7 | Víkingur | 05:01.30 | 1 | 0 | 0 |
| 8 | Hósvikingur | 05:02.19 | 0 | 0 | 0 |
| 9 | Romvlvs | 05:07.41 | 0 | 0 | 0 |










