Øðrvísi eplafestivalur á Sandi

Hópin av fólki høvdu leitað sær í Traðir at forvitnast við forkunnugu skránni um henda ørðvísi festivalin, har eplið var komið til háborðs – ella til heiðurs og æru á hesum serstaka palli – í Trøðum á Sandi.

Hópin av fólki høvdu leitað sær í Traðir at forvitnast við forkunnugu skránni um henda ørðvísi festivalin, har eplið var komið til háborðs – ella til heiðurs og æru á hesum serstaka palli – í Trøðum á Sandi.

 

Hvør stova, kjallari, bilskúrur, verkstað og hoyløða høvdu okkurt at bjóða. Heimavirkaðir lutir vóru lagaliga til sølu, saft úr Mjaðarurt, ræstur fiskur, flak, heimagjørd bomm o.m.m.  Men sjálvandi høvdu bøndurnir eisini epil, røtur, gularøtur, ymiskt gróni og kjøt til sølu.

 

Tú kundi sjálvur taka epli upp ella hyggja at, meðan flett varð. Vart tú nóg álviligu, so kundu tú fáa eina svintu og taka ein hond í undir flettingini.

 

Yviri í Trøðum, sum sagt verður á Sandi, er aldar gamal býlingur. Har eru fýra stórir garðar, sum tilsamans telja 24 merkur, Skemman, Uttarstova, Miðstovan og Inni í Beiti – 6 merkur í part.

 

Á Sandi verður serliga føstulávint hátíðarhildin. Tá var og er enn vanligt við húsagongd. Ofta varð fyrr byrjað í Trøðum – Kanska fyri at fáa ein góðan kjøtbita frá bøndrunum og so yvirum aftur, út gjøgnum bygdina.

 

Og hugnaligari húsagongd var eisini nakað av í Trøðum í dag. M.a. inni á gólvinum hjá ”Systrunum á Kinn”, sum tær eita í skránni – Døturnar hjá Demmus Hentze. Demmus luttók eisini í prátinum og var sum ein unglingi í sinn og skinn, hóast 92 ára gamalur. Demmus er traðarmaður, bóndasonur úr Uttarstovu.

 

Nakað soleiðis tyktist í dag í góðveðrinum - húsagongd, har fólk gingu og slotaðu inni á verkstaðnum hjá Jógvan-gubbanum, sum um hann hevði forlátið tað í gjár. Inni í bilverkstaðnum hjá Kristina-gubbanum var hugnalig søla av øllum handans slagi. Her skuldi eisini verða tað stóra borðhaldið, sum Leif Sørensen legði lunnar undir um kvøldið.

 

Við garðssølu á hoyloftum, eplakasting, djóragørðum, ponnyríðing og hópin av øðrum spennandi á drúgvu skránni, har eplið var í miðdeplinum og tú slapp at royna ymiskar uppskriftir til eplarættir, er heilt víst talan um ein spennandi og ørðvísi festival, har hópin av potentiali - ónýttir og óroyndir møguleikar liggja í hesum kjallarum, verkstøðum, fjósum og hoyløðum, sum kunnu byggjast út.

 

Tó er at duga at finna makrið millum tað, sum er passaligt og at tað ikki gerst ov størt. Tað er okkurt, sum týður uppá, at tit við hesi fyrstu royndini eru júst á rætta stað – Júst har, sum hesin friðsæli og hugnaligi býlingur kann bera og vera við. Og betri stað enn í Trøðum finnst ikki til júst henda ørðvísi festivalin.

 

Til lukku og góða eydnu í framtíðini.