Martin Ødegaard er ein av mest umtalaðu fótbóltsspælarunum seinastu tíðina. 16 ára gamli norðmaðurin hevur verið á rundferð og vitjað fleiri av stórfeløgunum í Evropa. Nú sær út til, at Real Madrid hevur vunnið kappingina um undirskriftina frá evnaríka norðmanninum.
Les eisini: Martin Ødegaard sett met
Tað skrivar norska blaðið VG. Teir sigast at hava swera gott samband við Martin Ødegaard og hansara fólk. Real Madrid hevur yvirhálað feløg sum Bayern Munchen, Manchester United, Manchester City og Ajax, eftir at Martin Ødegaard við privatflúgvara bleiv heintaður spanska høvðusstaðin.
16 ára gamli Martin Ødegaard er yngsti spælarin at spæla í EM undankappingini, eftir at hann kom á vøllin fyri norska landsliðið, tá hann var 15 ár og 300 dagar.
Meiningarnar um Martin Ødegaard eru tó ymiskar. Fyrrverandi norski landsliðsspælarin og Liverpool spælarin, John Arne Riise, er bangin fyri at tað er komið ov nógv trýst á unga mannin. Onkur ræðist, at hann endar sum amerikanski Freddy Adu, sum skuldi blíva tað heilt stóra í USA, men aldrin náddi spáddu hæddunum.