OECD væntar búskaparvøkstur

Felagsskapurin fyri búskaparligum samstarvi og menning, OECD, væntar, at búskaparvøksturin í Danmarkl verður heldur størri næsta ár enn fyrr mett. Tí hevur felagsskapurin nú sett metingina til 2,0 prosent ímóti 1,7 prosenti í teirri fyrru metingini.

Hinvegin væntar OECD, at arbeiðsloysið í Danmark verður størri, enn felagsskapurin fyrr hevur roknað við. Í teirri nýggju metingini stendur, at danska arbeiðsloysið verður ikki 6,2 prosent í ár sum fyrr mett, men heldur 7,2 prosent. Næsta ár verður tað 6,9 prosent, og tað er tað sama, sum OECD fyrr hevur sagt.

OECD sigur, at búskaparliga gongur tað eisini tann rætta vegin í avrulondunum. Felagsskapurin roknar við, at búskaparvøksturin í evrulondunum verður 1,2 prosent í ár og 1,8 prosent næsta ár, og tað er heldur meiri, enn felagsskapurin hevur mett fyrr.