OECD uppsangur til danska fólkaskúlan

Í seinastu viku varð nýggj OECD kanning almannakunngjørd, og úrslitið var ein skelkandi avdúking av, at danski fólkaskúlin hevur álvarsom sjúkueyðkenni og er eftirbátur á økinum í europeiskum høpi. Danska lærarafelagið stendur fyri skotum frá politikarum og serfrøðingum

Sum flestum kunnugt er danska fólkaskúlaskipanin galdandi í Føroyum, og tí er tað hugvekjandi fyri okkum føroyingar, at spildurnýggj OECD kanning avdúkar álvarsamar trupulleikar í danska fólkaskúlanum.
Eftir 10 ár sum bleyt millumvøra í altjóða kanningum kastaði danska blaðið Berlingske Tidende í seinastu viku ljós á trupulleikan, eftir at døpru úrslitini vórðu almannakunngjørd av OECD, sum er ein felagsskapur fyri fíggjarligum og menningarligum arbeiði. Úrslitið av kanningini var, at Danmark er eftirbátur í europeiskum høpi hvat góðsku í fólkaskúlanum viðvíkur, og ein høvuðsniðurstøða er, at donsk børn eru sera illa fyri við vantandi fakligum førleika samanborið við restina av Europa. Lesið meiri um ítøkiligu sjúkueyðkennini í danska fólkaskúlanum aðrastaðni á síðuni í viðtalu, sum Berlingske Tidende hevur gjørt við danskan professara.

Kanada og Finland fremst
Fleiri positiv viðurskifti eru eisini at finna í danska skúlaverkinum sambært kanningini, men niðurstøðan er, at danska fólkaskaskipanin, sum vit eisini nýta í Føroyum, als ikki er nøktandi og er ikki á jøvnum føti við fólkaskúlan í teimum londum, Danmark vanliga samanber seg við.
Kanada og Finland vóru OECD londini við besta fólkaskúlanum, meðan danir endaðu mitt í á listanum saman við meiri tilafturskomnum londum og nakað aftanfyri onnur framkomin vælferðarsamfeløg.
Kanningin um danska fólkaskúlaverkið byggir á granskingararbeiði hjá einum serfrøðingaliði undir OECD leiðslu við onglendinginum Peter Mortimore á odda. Mortimore er fyrrverandi stjóri á útbúgvingarskrivstovuni á University of London. Enska serfrøðingaliðið hevur vitjað og kannað danskar skúlar, stovnar, foreldur, lærarar, næmingar, kommunalpolitikarar, landspolitikarar o.s.fr.
OECD rapportin um danska skúlaverkið skal viðgerast á ráðstevnu 9-10 juni í Keypmannahavn, har øll OECD londini luttaka. Umframt hetta verða lærarafeløgini og lands- og kommunalpolitikarar við á stevnuni. Ein møguleiki, føroysku myndugleikarnir skuldu umhugsa at luttikið á.

Lærarafelagið stendur fyri skotum
Undirvísingarmálaráðharrin úr Venstre, Ulla Tørnæs, er sera glað fyri kanningina, og hon vil beinanvegin kasta ljós á og betra um trupulleikarnar í danska skúlaverkinum. Hon vil innføra fleiri royndir, hægri krøv og fleiri eftirmetingar í fólkaskúlanum.
- Vit skulu hava fleiri diagnostiskar royndir í fólkaskúlanum, sum skulu vísa og avdúkað støðið. Vit skulu innføra eina lesiroynd í 2. flokki, eina dansktroynd í 4. flokki og eina rokniroynd í 7. flokki, sigur undirvísingarmálaráðharrin Ulla Tørnæs, sum finst at danska lærarafelagnum fyri vantandi nýhugsan. Undirvísingarmálaráðharrin vil sostatt skapa eina nýggja evalueringsmentan.
Fleiri aðrir danskir politikarar og serfrøðingar hava tikið orðið í sambandi við nýggju kanningina, og serliga verður kanónin vend móti danska lærarafelagnum. Stóra fakfelagið verður lagt undir at vera stívt og tungt at dansa við, og hvassastu atfinningarnar higartil komu frá Louise Frevert úr Dansk Folkeparti.
- Høvuðsorsøkin til trupulleikarnar í danska fólkaskúlanum er danska lærarafelagið. Felagið er stívt og konservativt og forðar fyri eini og hvørjari menning. Limirnir og leiðslan tosa altíð um umstøður lærarans, men eg leggi líka í lærararnar, so leingi teir ikki fyrst og fremst hugsa um, hvat er best fyri næmingarnar, sigur Louise Frevert.