OECD heldur daprari útlit fyri Danmark

OECD hevur ikki so góðar vónir um búskapargongdina í Danmark næsta ár, sum stjórnin í Keypmannahavn hevur. OECD sigur í einari nýggjari meting, at danska bruttotjóðarframleiðslan veksur 0,2 prosent í ár, 1,4 prosent næsta ár og 1,7 prosent í 2014.

Hetta er heldur minni, enn stjórnin sigur. Í hennara meting stendur, at vøksturin er 0,9 prosent í ár, og at hann verður 1,7 prosent næsta ár. OECD sigur, at tann lága rentan fer at gera, at heldur meiri ferð kemur á danska búskapin í seinnu helvt av 2013.

Felagsskapurin metir eisini, at tað danska arbeiðsloysið fer at minka úr 7,5 prosentum í ár í 7,4 prosent næsta ár og 7,3 prosent í 2014.