Odvør á Lakjuni seksti ár fríggjadagin 28. novembur

Las Meninas

Piddasahandil er eins og eitt yndisligt slott. Ikki bert tað, hetta er ein listaligur halgidómur, har tað allarheilagasta í hesi búð er eitt gallarí. Her ganga fólk út og inn. Ikki bert tað, men her eru hirðkonur í vøkrum stevi, sum  taka um endan og lívga um hesa borg. Tað er eins og í málninginum Las Meninas – hirðkonurnar hjá Diego Valesquez(1599-1660) ganga aftur. Myndin er frá 1656, og er  málað í veruligum umhvørvi  - neyvt og rúmligt. Alt er so listaliga tilevnað, so fagurligt innan rammurnar, har einki fellir av – einki fer út um rammurnar. Myndin er millum teir frægu málningarnar frá barokktíðini (1600).

Vit eru farin innar í hovið á kongsborgini , Alcázar, í Madrid. Í miðjuni  á myndini stendur ein prinsessa  umgyrd av fleiri persónum. Hetta er dóttir Filip kong 4. í Spanialandi ( 1605- 1665)  5 ára gamla Margarita Teresa, sum hann átti við drotningini Marianu. Hon er umgyrd av hirðkonum , einum hundi og einum dvørgi. Til vinstru stendur málarin tætt við  løriftið. Í baksýni fer ein hirðmaðurn  út um dyrnar, og á vegginum aftantil er ein spegilsmynd av drotningini og konginum . Tá ið vit skoða hetta listaverk, kennist tað eins og vit eisini gerast ein partur av myndini.

 

Piddasahandil, Ribarhús og Picasso

Nú kann tað tykjast løgið at flyta Ribarhús og Piddasahandil inn um hesa kongsborg, ella tað øvugta: Flyta kongsborgina til Fuglafjarðar, inn um gáttina í Piddasahandli og Ribarhúsi. Hvørt við sínar náðir. Flytingar  eru ikki  ókend hugtøk – hvørki í myndlist, tónleiki ella skaldskapi. Persónliga haldi eg, at henda mynd og hetta slott passar væl inn undir bitarnar í Ribarhúsi.

Men í mínari verð er tað ikki løgið. Prinsessan , ella drotningin, Odvør á Lakjuni, livir sítt sæla lív millum sínar hirðkonur, sum ganga út og inn í Ribarhúsi. Alt fer so stillisliga fram, at tú hoyrir bert andadráttin á hesum tignarligu kvinnum. Vit, sum eru komnir til dustsins ár,  undrast yvir hesa fjøllbroyttu verð innan hesar fýra kongsveggir. Tað er ikki bara vit, sum undrast. Picasso hevur eisini undrast yvir henda valamálning av Velázques. Hann hevur málað 45 parafrasur(umyrkingar- málað motivið á ein annan hátt) í 1957 av hesum málningi. Hetta gjørdi hann  í nakrar fáar mánaðir í hesum ári. Hetta er at undrast yvir, og eru allir hesir málningar til skjals í Picasso listaskálanum í Barcelona. Kanska er hetta tað einasta stað, har tað hanga so nógvir málningar av Picasso, sum eru skyldir hvør við annan – hanga saman og tosa sítt stumma mál sínámillum.

Hevði onkur okkara gjørt ein málning, sum lýsti Odvør saman við sínum hirðkonum og ein spegilsmynd  var av Jógvani og Odvør í baksýni og Picasso sá hetta, so hevði hann trivið í penslabørn síni og latið av hesi mynd í fleiri parafrasum.

Vit hava sanniliga nógvar “parafrasur” í Ribarhúsi. Kemur tú á gátt ein dag, so ganga hesar tignarligu hirðkonur so stillisligar kundunum til handa. Tað er bara ein hirðmaður teirra millum, og hann hevur verið teimum dyggur. Tað er tann áttati ára gamli  Ragnvald Joensen, sum hevur smíðað og bøtt upp á húsið á ymsan hátt, og hevur hetta prýtt um hirðkonurnar, prinsessuna, drotningina, Odvør og húsið í sjálvum sær. Høvdu Diego Velázquez og Pablo  Picasso  sæð Ragnvald, so  høvdu teir sett hann í durin aftantil í málningin  Las Meninas, har Ragnvald gekk og rokaðist út og inn við hamara og klíputong í hendi.

Fimmti kvinnur arbeiða á hesum stað, og er hetta sjálvboðið arbeiði. Taka vit tær hendurnar upp í  henda guðagivna hóp, sum skapa, binda og virka pløgg,  so nærkast vit hundrað kvinnum..... Ja, ja, ja, .. Hvat skulu vit menn siga?... Gud med os. Hetta er teimum til mikla tign og miklan sóma! Hetta er at frøast yvir, til gleði her í bygdini og víða um. Fleiri sýningar eru í Ribarhúsi um árið. Hesar kvinnur hava fingið eitt gott orð á seg.. og sælur er tann, sum tað góða orðið fellur á.  Piddasahandil og Ribarhús hava av somu orsøk gott ljóð manna millum – kvinnunum fyri at takka, har kvinnulyndi sæst aftur í hirðkonum og drotningini, prinsessuni, Odvør.

 

Ættin

Nú er tað at siga, at tað er ikki bara Ribarhús, sum liggur Odvør í huga at røkja, men hon hevur sanniliga mann, familju og heim, sum eisini stendur hennara hjarta næst.

Jógvan á Lakjuni, tingformaður, og Odvør blivu góð 1974 og giftust 6. august 1976. Tey eiga fimm børn – Høgna 1977, Bárður 1978 – Rógva 1982 – Herborg 1986 og Dánjal 1990. Ommu- og abbabørnini  eru 12 í tali. Foreldur Odvørs vóru Herborg(1918), f. Joensen, og Gunnar Gunnarsson(1916). Tey vuksu bæði upp í Vági, men fluttu til Havnar beint fyri kríggið og giftust 1939. Herborg var ættað av Viðareiði. Pápi hennara, Olaf Joensen, var av Viðareiði, og mamman, Sára, var av Skælingi. Sára var fastir Sofus Joensen, søgulærara okkara á Læraraskúlanum – so mamma Odvør og Sofus vóru systkinabørn. Sára doyði, tá ið Herborg var smágenta, og fór til Vágs til fastir sína at búgva og vaks upp hjá henni. Hon æt Julia og var gift við Havnar Jørgen, sum hann bleiv nevndur.

Odvør eigur fýra systkin - fýra systrar og ein beiggi.  Sólvá er elst, fødd í 1940.  Síðan er tað Inga, sum er fødd í 1941.  Jórun er tann triðja, hon er fødd í 1943.  So er tað beiggin,Gunnar. Hann er føddur í 1946. Odvør er yngst og fødd í 1954.

Góða Odvør! Hjartaliga til lukku við teimum seksti árunum!