Ódnin Pabuk í Thailandi var ikki so ring korini

Ódnin Pabuk er lækkað til eitt tropiskt lágtrýst, hóast fleiri túsund fólk eru flutt burtur

Alt bendir á, at Thailand slapp lættari enn væntað undan ódnini Pabuk. Tropiska ódnin er í morgun sett niður til eitt tropiskt lágtrýst.

 

Meðan Pabuk var tropisk ódn, elvdi hon til nógar materiellar skaðar. Men higartil vita myndugleikarnir í Thailandi bara um eina deyðsvanlukku í sambandi við ódnina.

 

Ódnin hólvdi í gjár ein útróðrarbát. Ein útróðrarmaður doyði, og ein annar er ikki afturíafturkomin.

 

Hóast niðurgradering herjar ódnarveðrið til í morgin. Ódnarveðrið hevur nú flutt seg eystureftir.

 

Danska uttanríkisráðið ávarar um, at Pabuk kann ávirka flog- og ferjusamobnd úr økinum. Heitt verður tí á danskar ríkisborgarar um at halda seg kunnaðar gjøgnum fjølmiðlar á staðnum.

 

Í Thailandi eru flogvøllir, sum hava verið stongdir, við at lata uppaftur. Teirra millum er Koh Samui flogvøllur, meðan Nakhon Si Thammanarat Flogvøllurin væntast at lata upp skjótt.

 

Pabuk var harðasta ódn í økinum fyri monsuntíðina í 30 ár.

 

Fleiri túsund ferðafólk í Thailandi eru farin av oyggjunum Koh Phangan og Koh Tao av ótta fyri Pabuk. Oyggjarnar eru sera væl umtóktar millum ferðafólk, serliga á jólum og nýggjárinum.

 

Ferðafólk, sum eru á frítíðaroyggjunum, hava verið noydd at hildið seg innandura.

 

Framska tíðindastovan AFP endurgevur løgregluleiðara á Koh Phangan fyri at siga, at »øll tey 10.000 ferðafólkini eru trygg.«

 

Eisini á Koh Samui boðar løgregluleiðarin á staðnum frá, at oyggin er komin gjøgnum ódnarveðrið uttan at nakar hevur látið lív.

 

– Eingin er deyður, og í dag skínur sólin aftur, sigur hann við AFP.

 

/ritzau/dpa