Ódnin Idalia hevur nú rakt Florida

Tað er ikki bara í Florida, at tey fyrireika seg til ódn. Tað gera tey eisini í statunum, Georgia, South Carolina og North Carolina.

Ódnin, Idalia, hevur nú rakt vesturstrondina av Florida, og samstundis er ódnin flokkað niður í stig 3.

 

Men, hetta merkir tó ikki, at ódnin ikki kann gera um seg hóast hesa niðurflokking.

 

Veðurfrøðingar siga nevniliga, at ódnin kann gerast rættiliga vandamikil, sum tikið verður til.

 

Á veg móti strondini varð ódnin, sum hesaferð ber navnið, Idalia, uppflokkað til stig 4, sum er næst hægsta stig.

 

Tá var miðal vindferðin 58 metrar um sekundið, sum sjálvt á okkara leiðum her í Føroyum er útideyðaveður.

 

Men, tað er ikki bara í Florida, at tey fyrireika seg til ódnina. Tað gera tey eisini í statunum, Georgia, South Carolina og North Carolina.

 

Veðurfrøðingar siga, at ódnin Idalia hevur eina óvanliga ferðan í ein landnyrðing úr Meksokoflógvanum.

 

Tíðindastovan NTB er millum miðlarnar, sum bera tíðindini um herviliga ódnarveðrið um middagsleitið í dag.