Ódnin avhasað á hesum sinni

Boðað er frá 326 stormskaðum til politiið hetta vikuskiftið.

– Ódnin er avhasað á hesum sinni, og sambært teimum ymsu veðurstøðunum letur til, at veðrið batnar enn meiri kring alt landið.

 

Tað verður sagt av politistøðini í Havn nú á midnátt.

 

Politiið sigur, at brunalið og bjargingarfeløg kring alt landið hava havt úr at gera, og frá klokkan 12:00 til klokkan 23:50 eru heili 273 stormskaðar fráboðaðir politinum.

 

Í gjár - leygardagin 14. desember - vórðu í tíðarskeiðnum frá klokkan 16:00 til klokkan 02:30 boðað frá 53 stormskaðum til politiið, so samanlagt eru hesar báðar dagar fráboðaðir 326 skaðar.

 

Flestu skaðarnir eru í Norðoyggjum, Eysturoynni og Suðurstreymoy.