Tað sá gott út, inntil 12 minuttir vóru farnir. So skrædnaði tað, og í tíggju minuttir skoraði ungverska heimaliðið fimm mál. Tá lúrdi fleiri ferðir so stórt skrædl, sum tað var, tá ið Ungarn 26. oktober í fjør vann 7 – 1 í Føroyum. Ta ferðina var tað Lea Lisberg, sum eftir átta minuttir legði Føroyar á odda.
Men tapið í kvøld bleiv ikki so stórt, sum tað miðskeiðis í fyrra hálvleiki var lagt upp til, at tað fór at verða. Ungarn økti um leiðsluna til 6-0 eitt lítið korter undan steðginum, og í seinna hálvleiki skoraði heimaliðið bara eitt mál. Tað var tíggju minuttir eftir steðgin.
Føroyar høvdu ein góðan møguleika. Tað var tíggju minuttir undan steðginum og eftir horna úr vinstru, at Birita Ryan var í góðari støðu, men málverjin bjargaði.
Tølini lýsa væl, hvussu stórur munur tað var á liðunum. Frakland hevði 35 royndir ímóti føroyska málinum og 10 hornaspørk, og Føroyar høvdu tvær royndir ímóti heimamálinum og eitt hornaspark.
Størsti trupulleikin í fyrra hálvleiki var, tá ið heimaliðið legði innfyri við hornaspørkum. Tær vóru nógvar í føroyska brotsteiginum, og fleiri ferðir bóru hornaspørkini mál við sær.
Føroyska liðið royndi at vísa góðan hugburð, og í seinna hálvleiki eydnaðist tað betur at vinna nærdystir, og tá varð ansað betur eftir, at tær á heimaliðnum ikki so ofta spældu seg í góðar støður aftanfyri føroyska verjuna.
Næsti HM undankappingardysturin hjá Føroyum stendur at vera á heimavølli fyrsta september ímóti Ukreina.
Ungarn – Føroyar 7-0 (6-0)
HM undankappingardystur kvinnur Bólkur B
Á Szusza Ferenc Stadion í Budapest í Ungarn
Fríggjadagin 8. apríl 2022 kl. 16.30
1-0: Fanni Vachter 12.
2-0: Henrietta Csiszár 13.
3-0: Fanni Vagó 15.
4-0: Fanni Vagó 19.
5-0: Evelin Fenyvesi 23.
6-0: Anna Csiki 32.
7-0: Fanni Vagó 55.
Dómarabólkur úr Turkalandi: Meliz Özçiğdem, Deybet Gök, Mürvet Yavuztürk og Neslihan Muratdagi (4. dómari)
Føroyar: Óluva Allandsdóttir Joensen (Anna Sunadóttir Hansen, 46.) – Mona Rasmusardóttir (Hervør Olsen, 82.), Rakul M. Johannesen, Birita Ryan, Ásla Johannesen, liðformaður – Heidi Sevdal, Sanna Svarvadal (Olga Kristina Hansen, 46.), Jensa Tórolvsdóttir, Sarita Maria Mittfoss – Lea Lisberg, Julia Naomi Mortensen (Maria Biskopstø, 46.)
Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Valborg Østerø, Maria á Lakjuni, Kára Djurhuus, Tórunn Joensen, Tóra Mohr
Gult kort: Hervør Olsen
Venjari: Lene Terp