Ódn í hvirlunum

Landsverk boðar frá ómetaliga nógvum vindi um alt landið og væl yvir ódnstyrki í hvirlunum í fleiri støðum.

Tað er nógvur vindur um stóran part av landinum í kvøld. Fyrr í kvøld vóru tað fyrst og fremst syðru oyggjarnar, ið merktu til nógva vindin, men nú hevur hann spreitt seg líka norður til Viðareiðis.

 

Landsverk boðar frá, at í skrivandi løtu er hvassur stormur á Sandoynni og stormur um Ørðaskarð á Fámjinsvegnum, á Høgareyni og um Leiti á Viðareiðisvegnum. Annars er tað upp í skrið á Sundi, um Porkerisháls, um Velbastaðsháls, á Tjørnuvíkarvegnum og norðuri í Sundum í Kollafirði. Hvassur vindur er í Syðradali, á Glyvursnesi og á Krambatanga. 

 

Í hvirlunum er tó heilt upp í ódnstyrki, sum er 32,7 metrar um sekundið, í fleiri støðum. Sterkastu hvirlurnar eru í løtuni í Kaldbaksbotni, har tær eru upp í 38,3 metrar um sekundið. Á Høgareyni eru tær 35 metrar um sekundið og um Ørðaskað 34,7 metrar um sekundið. 

 

Á Brekkuni Stóru á Sandoynni eru hvirlurnar í løtuni 31,9 metrar um sekundið og 31,7 metrar um sekundið á Krambatanga. 

 

Sambært DMI fer hann at minka vindin sum náttin líður, og Belgingur.is gevur ta fatan, at tað verður um tvey-tíðina í nátt, at tað fer at hæsa av.