Odmar: Vit vardu sigurin heim

(Rás2) Odmar Færø er fegin um aftur at verða millum teir 11, sum byrja inni á landsliðnum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við verjuskansan, Odmar Færø aftaná Odmar og liðfelagarnir á føroyska landsliðnum høvdu vunnið 1-0 á Andorra. 

 

- Vit vardu sigurin heim, greiðir Odmar Færø frá. Hann viðgongur, at tað sá ikki so gott út við tí framrættaða spælinum, men hann heldur, at teir høvdu gott stýr á Andorra í verjuni, og hart spælandi liðið úr lítla fjallalýðveldinum millum Frakland og Spania kom heldur ikki til nakran málmøguleika.

 

Odmar Færø er sera fegin um at verða millum teir fyrstu 11 á landsliðnum aftur, og hann heldur, at nýggja spælskipanin við trimum í miðverjuni eigur at verða roynd aftur.