B36 vann í gjár Løgmanssteypið, eftir brotssparkskapping móti HB. Finalan var avbera dramatisk. Mál í evstu løtu, óðir spælarar og eitt B36-lið, sum annað árið á rað vinnur við níggju spælarunum, ein part av dystinum.
Les eisini: B36 er steypavinnari við níggju spælarum
Eftir dystin fekk FM1 orðið á liðskiparan hjá B36, Odmar Færø. Hann greiddi skemtiliga frá, at hann faktist ikki visti av at B36 hevði fingið tveir spælarar útvístar.
- Tá vit standa á miðjuni og skulu byrja brotssparkskappingina, sigi eg at vit eru bara tíggju. Tá fái eg at vita, at vit eru also bara níggju, tí Benjamin Heinesen eisini er blivin útvístur. So kaotiskt uplivdi eg seinastu løtuna, sigur Odmar Færø, sum bleiv kosin til dagsins spælara.
Les eisini: Visti ikki at Benjamin var útvístur
Fyrst fekk Robert Heðin Brockie beinleiðis reytt kort, bara fáar minuttir eftir at hann var komin á vøllin. Í yvirtíðini í vanligarileiktíð er rok, har Benjamin Heinesen fær reytt kort. Hetta sær Odmar Færø ikki.
- Eg helt eisini, at vit blivu øgiliga trýstir í longdu leiktíðini, men nú gevur tað sjálvnadi meining, sigur Odmar Færø og flennur.
Hann rósar eisini sínum spælarum og heldur fyri, at allir spælararnir á liðnum hjá sær kundu havt vunnið heitið, sum besti spælarin á vøllinum.










