Tað var longu í Fótbóltsblaðnum hjá ÍtróttarSosialinum fyri kappingarárið 2018, at Odmar Færø boðaði frá, at hann ynskti at royna eydnuna í yrkisfótbólti. Hetta blivu tey í B36 eisini kunnaði um. Brúdleyp stóð fyri framman og lesturin er komin á mál.
Brot úr grein í ÍtróttarSosialinum frá 28. januar 2019
Síðani kappingarenda hevur ikki verið nógv at hoyrt frá landsliðsmiðverjanum. Hann ger ikki nógv um seg, meðan leitað verður eftir nýggjum felagi. Brádliga komu tíðindi úr Noreg, at Odmar Færø nú hevur gjørt sáttmála við HamKam í næstbestu deildini í Noreg – og kenslan er góð.
- Eg havi verið her í eina lítla viku nú. Alt, sum eg havi sæð, hevur givið mær eina positiva fatan av felagnum. Eg eri fegin um, at felagið er so áhugað í mær, og at øll eru blivn samd um ein sáttmála, sigur Odmar Færø, sum í gjár fór aftur til Noreg at byrja nýggja kapitulin sum yrkisspælari.
Nú ella aldrin
Odmar Færø er 29 ára gamal. Hann hevur í nøkur ár verið álitið í verjuni hjá B36, har hann eisini hevur verið liðskipari. Tað er ikki gerandiskostur, at síggja 29 ára gamlar spælarar fara av landinum í fótbóltsørindum, men fyri Odmar Færø og konuna gevur tað meining at royna tað nú.
- Eg og Marita blivu gift í summar. Samstundis sum vit bæði eru blivin liðug at lesa. Nú eru vit til reiðar at royna okkurt heilt øðrvísi, og gera tað 100 prosent. Eg eri 29 ára gamal - um tað ikki verður nú, so verður tað aldrin, sigur Odmar Færø.