Odmar Færø í Soccer Saturday hjá Sky Sports

Odmar Færø fekk heimskenda viðmerkjaran, Chris Kamara, at tos føroyskt og siga ”ótrúligt, Jeff"

Odmar Færø var herfyri við í kendu sjónvarp sendingini ”Soccer Saturday” hjá risa sjónvarp kanalini Sky Sport. Tað skrivar ki.fo. Í sendingini tosaði Odmar Færø millum annað við heimskenda viðmerkjaran, Chris Kamara.

Síggj innslagið við at trýsta HER

Tað hevur verið sera stórur áhugi fyri Føroyskum fótbólti seinastu tíðinia og áhugi er eisini úr Onglandi, har Sky Sport vildi hava eina samrøðu við verjuspælaran hjá KÍ Odmar Færø. Orsøkin til at teir vildu hava júst Odmar við í sendingina er, at føroyski landsliðsspælarin hevur spælt í Skotlandi.

Odmar Færø greiddi frá uppvøkstrinum í Bretlandi, sum var bæði í Suðuronglandi og Norðurskotlandi, og hvussu hann sum yngri hevur verið stórur fjeppari av ”Soccer Saturday”.

Stýrimaður í sendingini er væl lýddi Jeff Stelling, meðan viðmerkjarnir telja millum annað Paul Merson, Matt Le Tissier, Phil Thompson, Charlie Nicholas og tann kendasti av teimum, Chris Kamara.

Chris Kamara er mest kendur fyri at yvirsíggja ein útvísing í einum dysti millum Portsmouth og Blackburn. Hetta sjónbandabrotið er ferðast kring allan heimin. Hartil er hann kendur fyri at siga ”Unbelievable Jeff”.

 ##med2##

Her fekk Odmar Færø høvi at læra Chris Kamara at siga ”Ótrúligt, Jeff”. Og tað spælir bara væl av, sum sæst á sjónbandabrotinum.

##med3##