Odmar Færø hevur verið ein av eyðsýndastu B36 spælarunum higartil í ár. Ikki minst í UEFA Cup uppgerðunum ímóti Brøndby stóð Odmar seg væl, og á Brøndby stadion var hann framúr í miðverjuni.
Donsk feløg hava lagt til merkis, hvussu stinnur 18 ára gamli B36 spælarin er. Í vikuskiftinum fór Odmar til Danmarkar, har hann í dag og í morgin venur við superliguliðnum hjá AC Horsens, veit heimasíðani hjá felagnum at siga.
Tað tykist telja nógv í felagnum, at Odmar bæði er verjuspælari og miðvallarspælari.
Odmar hevur spælt átta ferðir á U-17 landsliðnum og tíggju ferðir á U-19 landsliðnum.
Venjari í Horsens inntil á nýggjárinum er Kent Nielsen, sum hevur megnað at fingið væl meiri burturúr, enn tey flestu høvdu roknað við.
Á nýggjárinum fer Kent Nielsen at venja Brøndby. Tá verður Henrik Jensen, sum nú er hjálparvenjari í Brøndby, venjari í Horsens.