##med2##
- Vit hava átt minst trý brotsspørk fyrr í hesum kappingarárinum, ið ikki eru dømd, soleiðis málber verjuskansin hjá KÍ, Odmar Færø seg aftaná 4-1 heimasigurin á Víkingi.
Odmar Færø heldur, at dómaraavgerðir útjavna seg gjøgnum eitt kappingarár.
Annars er Odmar sera fegin um at skora fyrsta málið fyri KÍ í landskappingini, og glaður fyri eitt gott avrik og heimasigur.
Nú ræður um hjá Odmari og liðfeløgunum at fáa úrtøku, helst trý stig móti HB á ovara vølli í Gundadali í Havn komandi mikukvøld.
KÍ - Víkingur 4-1 (2-1)
1-0: Jóannes Bjartalíð, 9. (br.)
1-1: Lukasz Cieslewicz, 30.
2-1: Odmar Færø, 38.
3-1: Jóannes K. Danielsen, 55.
4-1: Alessio Hyseni, 88.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá teimum fimm málunum. Teitur Joensen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina.
2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Odmar Færø aftaná dystin.
HER ber til at hoyra: 1) Hoyr samrøðuna reportarin hjá FM1, Tróndur Arge gjørdi við ein vónbrotnan og bersøgnan liðskipara hjá Víkingi, Atla Gregersen. 2) Hoyr Teitur Joensen taka samanum dystin, og seta spurnartekin við tvær avgerandi dómaraavgerðir í fyrra hálvleiki.