Oddvør Johansen og Katrin Óttarsdóttir fáa lívslanga heiðursgávu. Tað kunngjørdi Bjørn Kalsø nú hann hevur latið mentanarvirðislønir í Skálavík í dag. Oddvør Johansen, sum ikki kundi vera til staðar, segði í eini heilsan at heiðurin hevur nógv at týða, bæði nú og framayvir. Katrin Óttarsdóttir sigur, at hetta er stórt fyri hana, og ikki minst kensluborið, at tað er í Sandoy, har abbi hennara, Heðin Brú. Virðislønirnar eru 20.000 krónur um árið.
|