Oddvør Johansen í uppskoti til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins

- Hóvasták verður altíð gjørt burtur úr, tá ið ein kemur í uppskot til eina so stóra virðisløn, men eg havi bæði bein á jørðini, sigur Oddvør Johansen, høvundur

Saman við tólv høvundum og yrkjarum úr hinum Norðurlondunum, skal Oddvør Johansen, rithøvundur, kappast um at fáa Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins næsta ár. Oddvør er í uppskoti fyri bókina "Í morgin er aftur ein dagur", sum kom út í fjør.

- Hetta er avgjørt ein stórur heiður, men eg rokni ikki við, at tað verður meiri enn tað. Hetta er ríkiligt fyri meg, sigur Oddvør Johansen.

Hetta er fyrstu ferð, at Oddvør Johansen er í uppskoti til Norðurlendsku Bókmentavirðislønina. Í føroysku dómsnevndini sita Turið Sigurðardóttir, Ebba Hentze og Jógvan Isaksen.

Um skaldsøgan kemur út á øðrum málum, veit Oddvør ikki, men hon roknar við, at tilnevningin fer at skapa áhuga fyri bókini, men ikki minst fyri Føroyum og føroyska málinum.

- Tað er altíð eitt ávíst hóvasták, sum verður gjørt burtur úr, tá ið ein kemur í uppskot til eina so stóra virðisløn, men eg havi bæði bein á jørðini og billi mær einki inn. Hinvegin eri eg ógvuliga takksom.

- Áhugin hevur verið stórur fyri bókini. Eg havi fingið ógvuliga nógvar reaksjónir frá fólki, og tær eru sjálvsagt ymiskar.


Hugkveikjandi skaldsøga

"Í morgin er aftur ein dagur" er triðja skaldsøgan eftir Oddvør Johansen. Hetta er hugkveikjandi skaldsøga, sum fer fram í Havnini stutt eftir aldaskiftið, og tær sosialu og søguligu rembingarnar verða beinleiðis brúktar í søgugongdini, sum byrjar í 1901 og endar í 1940, tá ið Føroyar verða hersettar. Bæði embætismenn og føroyskir politikarar trína fram á pallin. Høvuðstráðurin er kortini persónligur og snýr seg um kærleika og ósjálvsøkni; tað seinni fær sjáldan sína løn her á fold, men ávirkar kortini tey flestu, sum koma í samband við tað. Sorgarleikum er tað nóg mikið av í skaldsøguni, men hóast tað, so er lýsingin sum altíð hjá Oddvør løtt og livandi.

Tað eru seytjan ár síðani Oddvør Johansen gav fyrstu bók sína út, "Lívsins summar". Henda skaldsøgan er týdd til danskt og svenskt, og hon hevur fingið M.A Jacobsens virðisløn. Fyri "Skip í eygsjón" fekk hon Barnabókavirðisløn Tórshavnar býráðs umframt, at hon vann 1. virðisløn í eini søgukapping.


Avgjørt í januar

Hini ellivu, sum eru í uppskoti til Norðurlendsku Bókmentavirðislønina næsta ár, eru úr øllum Norðurlondum. Yrkjarin Henrik Nordbrandt fyri yrkingasavnið "Drømmebroer", sum kom út í fjør, og høvundurin Thomas Boberg fyri essaysavnið "Americas. Rejseminder", sum er komið í ár. Báðir eru úr Danmark. Úr Finlandi eru høvundurin Paavo Rintala og yrkjarin Peter Sandelin í uppskoti fyri ávikavist skaldsøguna "Faustus" og yrkingasavnið "Tysnader, ljus". Skaldsøgan er frá 1996 og yrkingasavnið frá í fjør. Íslendingurin Guðbergur Bergsson er í uppskoti fyri skaldsøgurnar "Faðir og móðir og dulmagn bernskunnar" og "Eins og steinn sem hafið fágar". Kristín Ómarsdóttir, somuleiðis úr Íslandi, er í uppskoti fyri skaldsøguna "Elskan mín ég dey", sum kom út í 1997.

Tveir norðmenn eru í uppskoti. Teir eru Frode Grytten og Georg Johannesen fyri ávikavist skaldsøguna "Bikubesong", sum er komin í ár og yrkingasavnið "Ars vivendi", sum somuleiðis er komið í ár. Úr Svøríki eru eisini tvey í uppskoti, Katarina Frostenson fyri yrkingasavnið "Korallen" og Beate Grimsrud fyri skaldsøguna "Jag smyger forbi en yxa". Báðar bøkurnar eru komnar í ár. Grønlendingurin Jørgen Fleischer er í uppskoti fyri "Seeredaaq og de andre", sum er eitt frábrigdi av upprunaútgávuni "Seeredaaq allalu".

Tá ið úttøkunevndirnar hittast á fundi í Helsingfors í januar, verður gjørt av, hvør fær stóra heiðurin næsta ár. Virðislønin er 350.000 og verður latin 6. mars í Keypmannahavn.