Skaldsøgan »Í morgin er aftur ein dagur« eftir Oddvør Johansen kemur nú út á nýnorskum við heitinum »Tider skal komme« Tað er norski týðarin Lars Moa, sum hevur týtt væl umtóktu bókina hjá Oddvør Johansen, sum kom út fyrstu ferð í 1998
Frá forlagnum verður sagt, at bókin snarar kring nógvar persónar, stættir og umhvørvi, har politiskir og sosialir mótsetningar spæla ein týðandi leiklut.
Við innlivan, humor og heitum hjarta sigur høvundurin eina søgu um kærleika og um menniskju, sum við sínum skapandi evnum vinna fram, um tey, sum í staðin finna ugga í vekingarrørslum og rúsdrekka og um tey, sum geva upp, tí sosialu karmarnir eru ov trongir.
Í 2001 var »Í morgin er aftur ein dagur« í uppskoti til Norðurlendsku bókmentaheiðurslønina. Tá segði Jógvan Isaksen, bókmentafrøðingur soleiðis um bókina:
- Tvey høvuðstema í bókunum hjá Oddvør Johansen eru tónleikur og erotikkur, bæði saman og hvør sær, og bæði eru við størstu sjálvfylgju við í hesi skaldsøguni. Skaldsøgan er skiftandi og undirhaldandi, og tað er við sorgblídni, lesarin leggur hana frá sær eftir síðstu síðu.
Tað er norska forlagið Fonna, ið gevur bókina út