Týskvøldið 28. oktober kl. 19.30 verður bókakvøld á Klaksvíkar bókasavni við rithøvundinum Oddvør Johansen.
Oddvør Johansen fer hetta kvøldið at tosa um skaldskap sín. Hon hevur givið fleiri skaldsøgur og stuttsøgusøvn út og er millum teir mest lisnu rithøvundarnar í Føroyum.
Oddvør Johansen spennir víða í sínum skaldsøgum. Í skaldsøguni "Í morgin er aftur ein dagur" er tað Havnin fyrst í 20 øld, ið verður viðgjørd, meðan tað í skaldsøguni "Tá ið eg havi málað summarhúsið" eru avleiðingarnar av kreppuni fyrst í 1990?inum í verða viðgjørdar. Eisini hoyra vit í hesi skaldsøguni um rúsevnistrupulleikar, - eitt evnið, ið ikki hevur verið frammi fyrr í føroyskum skaldskapi.
Oddvør Johansen hevur fingið fleiri virðislønir, millum annað fekk hon í 2001 M. A. Jacobsens Bókmentavirðislønina fyri bókina "Tá ið eg havi málað summarhúsið".
Á bókakvøldinum verður eisini høvi hjá áhoyrarunum at seta høvundinum spurningar. Eisini verður kaffi við onkrum góðum afturvið at fáa.