Oddvør Djurhuus 70 ár

Oddvør er fødd og uppvaksin í Hósvík, dóttir Hannu (Poulsen) úr Toftum í Hósvík, og Andrias Olsen undan Garðsenda í Hósvík.

Oddvør var sum barn og ung ógvuliga sjúk og fekk eina stóra hjartaskurðviðgerð í Danmark.


Í 1957, 19 ára gomul, giftist hon við Steintór Djurhuus, sonur Mariu (úr Froðba)og Óla Christian Djurhuus úr Hósvík.


Saman hava tey fingið 6 børn undan, sum nú við maka, børnum og barnabørnum telja næstan 50.


Vit takka tær fyri, at tú ert sum tú tú ert, og ynskja tær ein góðan føðingardag og alt tað besta í komandi tíðum.


Føðingardagurin verður hildin heima á Rættarvegi 1.


Bestu heilsanir


Børnini