Oddvá Nattestad sett sum dagligur leiðari

Í sambandi við at Oddvá Nattestad er sett sum dagligur leiðari í Sjónleikarhúsinum í Havn, varð móttøka við tónleikaframførslum, sangi og røðum í húsinum mikudagin 16. august


Umleið 100 fólk vóru til eina hugnaliga móttøku í Sjónleikarhúsinum mikudagin 16. august í sambandi við at Oddvá Nattestad er sett sum dagligur leiðari í húsinum.
 
Limir í felagnum og onnur stóðu fyri upplestri, tónleikaframførslu, sangi og eisini vóru hildnar fleiri talur. Tey, sum framførdu, vóru: Gunhild V. Michelsen, Bjørg Jensen, Herluf Lutzen, Fía Norðberg, Kamilla Sørensen, Tóri í Hoyvík, Birgir Djurhuus og Heini Mortensen. Røður vóru hildnar av Karini Djurhuus, Jytte Joensen og Heðini Mortensen.
 
Havnar Sjónleikarfelag varð stovnað í 1918, og húsið varð bygt í 1926.
 
Nevndin í Havnar Sjónleikarfelag er sera virkin, og Sjónleikarhúsið hevur í longri tíð havt brúk fyri einum dagligum leiðara at taka sær av tí nógva virkseminum, sum er í húsinum. Tórshavnar býráð hevur verið ein dyggur stuðul hjá Sjónleikarhúsinum og  altíð víst felagnum vælvild. Nú hevur býráðið játtað pengar til dagliga leiðaran.
 
Oddvá hevur havt tilknýti til Sjónleikarhúsið í mong ár og verið nevndarlimur í Havnar Sjónleikarfelag, hon var formaður frá 1989-91.
 
Húsið verður brúkt til nógv ymisk endamál, umframt til sjónleik til t.d. Føroyakvøld, dans, fundir, brúdleyp, veitslur og onnur mentanarlig og vinnulig endamál.
 
Nevndin í Havnar Sjónleikarfelag í dag sær soleiðis út: Karin Djurhuus, virkandi formaður, Anna Sofía Egilstrøð, kassameistari, Rúna Mortensen, Jón Thorsteinsson, Sólvá Jónsdóttir. Jytte Joensen er í farloyvi frá formanssessinum,vegna leikin um Edith Piaf, sum hevur premieru 14. oktober .