Oddurin tekur skap

Skert VB lið vitjar í Havn, og á Skála skal VÍF reisa seg eftir tapið í Vági

Kvinnuhondbóltur

Nú gott og væl trý umfør eru farin aftur um bak í hondbóltslandskappingini hjá kvinnum, tykist »liðið« í løtuni at vera VB. Gaman í hava tær bert spælt á heimavølli higartil, men einki er at finnast at úrtøkuni, sum hevur verið maksimal.
Hesa ferð skulu tær royna seg móti Neistanum, sum eisini tykist ætla sær eina oddaplasering, men í mun til undanfarnu dystirnar tykist liðið hjá VB at vera nakað skert hesaferð. Móti VÍF noyddust bæði Arnleyg Hjelm og Guðrun Midjord av vøllinum við skaða, og spurningurin tykist vera, hvørt tær vera førar fyri at spæla leygardagin, ella um venjarin verður noyddur at finna aðrar at seta í teirra stað.

VÍF skal reisa seg
Tað er einki at ivast í, at um VB vinnur dystin í Havn, so eru tær ávegis at skræða seg leysar av hinum liðunum. Í hvussu so er eru tær higartil einasta liðið, sum hevur fulla úrtøku, meðan Neistin og VÍF hava tapt ein dyst hvør. Hartil hevur Neistin leikt ein javnleik.
Heilt leysar sleppa tær tó neyvan. Meistararnir seinastu tvey árini, VÍF, vóru fyri tapi móti júst VB, og tær ætla sær ivaleyst at reisa seg aftur, tá tær vitja á Skála sunnudagin. StÍF tykist eins og í fjør at hava eitt lið, sum er sera spennandi, men sum eisini hevur tørv á tíð til at mennast, og tað verður neyvan heldur í ár, at tær fara at blanda seg heilt frammi í oddinum, tó at tær á einum góðum degi kunnu arga tey flestu.