Oddurin spældi javnt

Ricardo Carvalho bjargaði Chelsea javnleikin, tá hann stútaði bóltin umvegis tvørtræið hj´aVan Der Saar. Javnleikurin var helst í lagi, tá Manchester United og Chelsea áttu hvør sín hálvleik

Fótbóltur

Framman fyri 76.000 áskoðarum á Old Trafford spældu Manchester United og Chelsea eina heldur tama oddauppgerð sunnudagin. Tað var kanska ikki roknað við nakrari málveitslu, men virðingin, sum liðini bæði høvdu fyri hvørjum øðrum, merkti í longum løtum, at spælið gekk sera nógv á miðvøllinum, uttan at talan tó varð um teir stóru møguleikarnar.

Vøkur mál
Fyri steðgin áttu vertirnir kanska størsta partin av spælinum. Ronaldo hevði ta einu ferðina vandamikla frísparksroynd, og á hálva tímanum fekk Louis Saha so hol á við sera vøkrum skoti. Av brotsteigarmarkinum bendi hann bóltin út um beinini á Carvalho og beint inn um stólparótina. Mál nummar 99 hjá Saha í Premier League.
Og eftir steðgin kundu vertirnir kanska avgjørt. Teir megnaðu tó ikki at gera sær dælt av kontramøguleikunum, sum komu, nú Chelsea royndi at flyta spælið longu fram. Við at seta Robben inn fyri Geremi fekk Mourinhon eisini flutt fólkið longur fram, og hetta gav eisini úrslit at enda, tá Carvalho drønstútaði bóltin í kassan.

Best í landinum
Javnleikurin hevur við sær, at munurin millum oddaliðini verður verandi á trimum stigum. Og sambært Sir Alex Ferguson, so fer hesin munur neyvan at minka.
- Vit prógvaðu, at vit kunnu kappast um gullið, og sum vit spæla í løtuni, so haldi eg okkum vera besta liðið í landinum, segði Ferguson.
Mourinho hinvegin tosaði einamest um Carvalho.
- Hann var avgjørt besti maður á vøllinum. Eg má bara takka heilsusektorinum hjá okkum, tí teir fingu hann kláran til dystin, segði Mourinho eftir dystin.