Tveir dystir verða spældir í Atlantic Airways-kappingini í dag.
Í Havn kappast Kyndil og StÍF um, hvør teirra skal nærkast oddaliðnum úr Neistanum.
Í Hoyvíkarhøllini hev H71 møguleikan at vinna seg upp á triðja-plássið, tá teir taka móti KÍF. Kollfirðingar hava higar til tapt allar sínar dystir, og tí vilja teir heilt víst leggja nógv royndunum at vinna sær fyrstu stigini á árinum.
Báðir dystirnir verða spældir klokkan 16.