Oddurin hittist í Vestmanna

VÍF og KÍF tykjast mest sum vís í finalusessinum. Í dag hittast tey í Vestmanna

 

 

Í seinasta umfarinum hesumegin steypakappingina hittast tey bæði liðini, sum higar til í vetur hava verið greitt tey sterkastu í føroysku manskappingini.

 

Sjálvandi vilja venjararnir hjá báðum pørtum siga, at enn er einki avgjørt, men við ávikavist seks og fýra stigum niður til næstu kappingarneytarnar er hondbóltslagið gott í teimum báðum legunum. Og við einum sigri kunnu tey tí mest sum staðfesta sítt finalupláss.

 

Hinvegin kann spenningur koma í, skuldi tað hent seg, at KÍF vinnur dystin. Tá kann StÍF spakuliga tevja vestmenningarnar. StÍF skuldi av røttum spælt fríggjakvøldið í Klaksvík, men tann dysturin varð av ongum, tí takið á Badmintonhøllini lak.

 

Ein annar dystur verður í Atlantic Airways-deildini í dag, og hann verður í Hoyvík, har H71 tekur ímóti Neistanum. Tey bæði liðini tykjast í løtuni í ongamannalandi.

 

Dysturin í Vestmanna byrjar klokkan 16, meðan tann í Hoyvík byrjar klokkan 16.30.