Talan var um tvær sera tættar uppgerðir, tá toppurin í føroyskum kvinnuhondbólti dystaðist.
Í Vestmanna var Kyndil á vitjan, og her eydnaðist meistarunum at fáa hevnd fyri dysti í Havn, tá VÍF fór avstað við øllum.
Myndir frá dystinum í Vestmanna síggjast HER
Tað var annars VÍF, sum hevði munin stóran part av dystinum, og eitt skift hóttu tær við at buka Kyndil av.
Seinasta korterið vendi Kyndil tó øllum á høvdið. Tær togaðu seg frá 17-13 upp á 18-19, og so hildu tær fast um tepru leiðsluna allan vegin inn um málstrikuna.
Í Havn vann Neistin móti VB, og harvið hildu tær bláu fast um oddasessin.
Seinasti dysturin var í Klaksvík, har Stjørnan vann tryggan sigurin á Søljuni.
Úrslitini í dag
VÍF-Kyndil 21-22 (11-9)
Neistin-VB 28-25 (12-9)
Stjørnan-Søljan 20-6 (12-4)
Støðan í Hvonn-deildini sæst HER









