Oddurin dregur frá

Bæði VÍF og Kyndil vunnu sínar dystir í dag

Eftir at teir ikki høvdu vunnið í Neistanum í meira enn eitt ár, bragdaði aftur hjá Kyndilsmonnum. Tað eydnaðist teimum nevnliga at vinna grannauppgerðina móti teimum bláu við tveimum málum, og so liggja teir grønu framvegis væl við í oddastríðnum.

 

Dysturin hesa ferð var akkurát so javnur, sum flestu av undanfarnu grannauppgerðunum hava verið, og tað var ikki fyrr enn seinastu 10 minuttirnar, at Kyndil slapp avstað. Tá var Neistin annars á odda 21-20, men við einum stórspælandi David Edvardsen á odda fekk Kyndil skrykt seg leyst, og teir hildu leiðsluni allan vegin á mál.

 

Eisini VÍF vann sín dyst. Oddaliðið vitjaði í kvøld í Hoyvík, og eisini her stóð mest sum á púrasta jøvnum, til tað bara restaðu 10 minuttir. Seinastu átta minuttirnar streyk VÍF avstað, og serstakliga var tað Julian Olsen, sum gjørdi um seg hesa løtuna. Hann skeyt nevnliga trý av teimum fimm málum, sum VÍF fekk seinastu løtuna.

 

Sigurin ber við sær, at VÍF heldur fast um leiðsluna í oddinum. Teir hava nú 16 stig fyri sínar níggju dystir. Kyndil hevur 13 stig, meðan H71 verður standandi á 10 stigum - tó fyri átta dystir.

 

Neistin-Kyndil 23-25 (13-13)

H71-VÍF 24-27 (11-11)

 

Myndir frá dystunum síggjast HER og HER