Oddurin óbroyttur
Bæði Valur og KR vunnu sínar dystir í kvøld, og eru Randi Wardum og liðfelagarnir tískil framvegis trý stig fremstar
Fult umfar hevur verið í bestu íslendsku kvinnudeildini í kvøld. Randi Wardum og liðfelagarnir úr Vali vunnu sannførdandi við 9-3 á heimavølli móti Breiðabliki, meðan KR, sum liggur á øðrum plássi, vann 8-2 á útivølli móti HK/Víkingur.
Tískil er oddurin óbroyttur. Tað eru framvegis trý stig sum skilja tey bæði fremstu liðini, nú tvey umfør eru eftir at leika. Valur hevur 45 stig, meðan KR hevur 42 fyri 16 leiktar dystir. Komandi uppgávurnar hjá Vali ljóða á Fylkir á útivølli og Stjarnan á heimavølli, meðan KR hevur Fjölnir heima og Afturelding úti. Dystirnir verða leiktir 30. august og seinasta leikumfar verður 13. september. Tá fáa vit at síggja, um Føroyar eigur ein íslendskan meistara.









